List og arkitekturur

Listaverkini
Norðurlandahúsið vísir støðugt margfeldi í norðurlendskari list gjøgnum tónleik, bókmentir, leiklist, film og myndlist. Hvørt ár eru meira enn 400 tiltøk.

Norðurlendsk list bjóðar seg fram longu uttan fyri húsið, har fleiri listaverk hava sítt fasta pláss. Har ber til at síggja keramisku súluna hjá Erik Nyholm, skemtiligu seyðirnar hjá Bernhard Lipsøe, kraftarmiklu steinmyndina hjá Tróndi Patursson, abstraktu betongmyndina hjá Ívar Vargarðsson, máttmikla grindadrápið hjá Hans Paula Olsen og organiska, fullfíggjaða sirkulin hjá Guðrið Poulsen. 

Les meira um øll listaverkini í Norðurlandahúsinum

Húsið
Norðurlandahúsið er í sær sjálvum sanniliga eina vitjan vert. Tá tú trínur inn um høvuðsdyrnar, stígur tú á norskt granitt, innbúgvið er finskt, veggirnir úr svenskum skógarviði, stóru rútarnir og stálkonstruktiónin er úr Danmark, tekjan er íslendsk og flagið føroyskt. Húsið, sum norski arkitekturin Ola Steen og íslendski arkitekturin Kolbrún Ragnarsdóttir, hava teknað, er eitt arkitektoniskt valaverk - ein sonn perla - við útsýni yvir Havnina, havið og Nólsoynna.

Upp aftur
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum