Nordic Green Roadmap  (Grøna vegakortið) hjálpir lista- og mentanarøkinum í samfelagnum at minka um veðurlagsávirkanina. Í Nordic Green Roadmap eru vegleiðingar og amboð til annaðhvørt at koma í gongd við grøna skiftið ella at halda fram við burðardyggu leiðini.

Vegakortið byggir á vitan hjá serfrøðingum á umhvørvisøkinum og á mentanarøkinum. Tað er ætlað til nýtslu bæði í politisku skipanini og á rakstrar- og leiðsluøkinum og veitir ítøkilig ráð um t.d. orkukeldur, matvørur og flutning, umframt íblástur til virkisskráir og ráðlegging.

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur havt ábyrgdina av at menna Nordic Green Roadmap, sum er partur av skránni hjá Norðurlandaráðharraráðnum, Burðardyggur lívsstílur (Bæredygtig livsstil).

Tak niður Nordic Green Roadmap

 

Upp aftur
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum