Til skúlar og stovnar
At uppliva list í felag kann betra um trivnaðin í flokkinum ella á stovninum. List letur heimin upp fyri okkum og letur upp fyri nýggjum hugsanum og samrøðum, sum kunnu fremja læring og styrkja felagsskapin.
Tí hava vit regluliga tiltøk ætlað skúlum og stovnum - ofta ókeypis, fyri at bjóða børnum í Føroyum eina listauppliving saman og at koma burtur úr teimum vanligu kørmunum í gerandisdegnum.
Niðast á síðuni sært tú skránna, har meira kunning er um einstøku tiltøkini - eitt nú um tilmelding.
Vit gleða okkum at síggja tykkum í Norðurlandahúsinum.