Atkomumøguleikar

Solsikkesnoren
Hevur tú sólblómuband? Vit eru til reiðar at hjálpa tær.

Norðurlandahúsið er við í sólblómuskipanini, sum stuðlar fólki, ið hava ósjónligar avbjóðingar. Tað ber í sær, at okkara starvsfólk hava førleika at hjálpa gestum, ið hava sólblómuband.

Sólblómubandið kunnu øll hava, sum á onkran hátt hava avbjóðingar, sum eru ósjónligar, t.d. ADHD, Tourettes, autismu, heilaskaða, angist og minnissvinn. Við sólblómubandinum vísir tú okkum, at tú kanska hevur tørv á tíð, toli ella hjálp.

Tú fært sólblómubandið í móttøkuni. Sólblómubandið er ókeypis, og tú gert sjálv/-ur av, nær tú brúkar tað, so vit síggja tín tørv.

Tú kanst lesa meira um sólblómuskipanina her: Sólblómuskipanin


Norðurlandahúsið hevur góðar atkomumøguleikar. Koyristólar kunnu koyra inn í øll rúmini í húsinum, handikappvesi er í forhøllini og við Skálan, og tvey avmerkt parkeringspláss eru beint við høvuðsdyrnar.

Hevur tú tørv á fylgjara til eitt tiltak, har tú mást hava atgongumerki, og hevur tú fylgjarakort, kanst tú fáa eitt ókeypis atgongumerki til fylgjaran, tá tú keypir atgongumerki til eitt tiltak. Vendið tykkum til okkara á nlh@nlh.fotlf 351351 ella til móttøkuna í Norðurlandahúsinum.


Hoyrnarlykkja er í Høllini (røð D-K) og í Klingruni. 

Upp aftur
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum