Støkkupp matstaðið Tita hevur opið í Norðurlandahúsinum
Nýggja matstaðið leggur dent á at vera eitt fólksligt matstað, har nógv fólk kunnu savnast um mat. Fyri hvønn dag verður ein fastur rættur á middegi, umframt at tey borðreiða við morgunmati, tvíflísum, køkum og góðum kaffi.
Sí matskránna á heimasíðu teirra www.tita.fo.
Matstaðið hevur opið soleiðis
Mánadag–fríggjadag: Kl. 9.00–16.00
Leygardag: Kl. 10.00–16.00
Sunnudag: Kl. 12.00–16.00
Harumframt hevur Tita eisini opið í sambandi við tiltøk í húsinum.
Tita er eitt støkkupp matstað, og verður í Norðurlandahúsinum fram til summar. Vit leita tí eftir nýggjum samstarvsfelaga at reka okkara kafe. Sí starvslýsingina her: Vilt tú leiga og reka kaféina í Norðurlandahúsinum?