Ert tú áhugað/ur at verða limur í ella at tilnevna onkran í nevndina fyri stuðulsskránna Demos?
Nordisk kulturkontakt skal seta nýggja nevnd og vil fegin hava uppskot til limir við ymiskari bakgrund, aldri og førleikum úr øllum Norðurlondum.
Tú kanst skjóta upp nýggjar nevndarlimir sum einstaklingar ella vegna eitt felag. Tann, ið skotin verður upp, má góðkenna tilnevningina. Til ber at hava seg sjálva/n í uppskoti. Fyll teigarnar í talvuni niðanfyri og síggj til at fáa fram, hvørjar kunnleikar og royndir tann, tú skjýtur upp ella tú sjálv/ur hevur, sum eru viðkomandi fyri arbeiðið við skránni fyri Nordisk kulturkontakt.
Nordisk kulturkontakt góðkennir nevndina í novembur 2024, og nýggja nevndin fer undir arbeiðið í februar 2025.
Nevndarlimir mugu í minsta lagi lúka hesi bæði førleikakrøv:
- Kunnleika um ella royndir við sivilsamfelagsskipan
- Kunnleika um ella royndir við norðurlendskum samstarvi
- Kunnleika um ella royndir við virkis- og verkætlanarfígging
- Kunnleika um ella royndir við teimum tvørgangandi perspektivunum (Burðardygg menning, Javnrættindi og Barnarættinda- og ungdómsperspektiv)
Fyri at tryggja eina góða og umboðandi nevnd mugu fleiri viðurskifti javnvigast:
- Landafrøðilig umboðan: nevndin verður sett saman av einum umboði fyri hvørt Danmark,
- Finnland, Ísland, Noreg,Svøríki og Føroyar, Grønland og Áland. Samantalt átta limir.
- Royndir: Limirnir skulu hava royndir úr ymsum pørtum av sivilsamfelagnum í Norðurlondum, sum fevna um almannagagnligar felagsskapir, sjálvstøðugar felagsskapir, NGOar, ideellar felagsskapir og aðrar viðkomandi aktørar.
- Margfeldi: Umráðandi er at hava breidd í royndum, aldri og landafrøðiligum tilknýti.
- Mál: Nevndarlimirnir skulu kunna tosa og lesa enskt umframt annaðhvørt svenskt, norskt ella danskt, av tí at hesi trý eru okkara arbeiðsmál.
- Nevndarlimirnir skulu vera búsettir í einum Norðurlandi, sum fatar um Danmark, Finnland, Ísland, Noreg,Svøríki og Føroyar, Grønland og Áland. Ríkisborgaraskapur í einum av londum krevst ikki.
Um arbeiðiðið í nevndini:
- Nevndin verður vald fyri trý ár í senn (2025–2027).
- Nevndin skal gera samtyktir grundaðar á kriteriini fyri skránna. Nevndin umboðar ikki onnur enn seg sjálva og skal gera óheftar metingar eftir egnum førleikum og royndum.2 / 2
- Arbeiðsvavið er ymist, men tveir fundir eru um árið, og teir vara millum tveir og fimm arbeiðsdagar, treytað av, hvussu long ferðin er til fundin. Fyri fundirnar lesa og meta nevndarlimirnir um umsóknirnar, sum inn eru komnar (mett verður at 50–150 umsóknir koma inn til hvønn fundin), umframt onnur møgulig málsskjøl og skráhandbókin.
- Nevndarlimir fáa samsýning fyri luttøku á nevndarfundum og eina árliga samsýning. Samsýningin verður roknað eftir ásettum takstum. Samsýningin er persónlig og kann tí ikki verða goldin einum virki. Umframt verða ferðaútreiðslur goldnar í sambandi við nevndarfundir, sum verða hildnir hjá Nordisk Kulturkontakt í Helsingfors í Finnlandi.
Freist at skjóta upp limir: 18. novembur 2024 kl. 15.59, finska tíð (EET)
Send uppskot inn her
Les meira um sjálva stuðulsskránna Demos her