Hygg, sáa og smakka 
- ein norðurlendsk-baltisk verkætlan fyri føroysk børn

Í 2024 samstarvar Norðurlandahúsið í Føroyum við vitanardepilin Nordgen (Nordic Genetic Resource Center), skrivstovuna hjá Norðurlandaráðharraráðnum í Litava og plantufrøðiliga urtagarðin í Reykjavík um plantuverkætlanina, Hygg, sáa og smakka, ið gongur út uppá at lata barnagørðum og skúlum frálærutilfar um plantur og lívfrøðiligt margfeldni, umframt nóg mikið av fræi og íblástri til sjálvi at seta korn og grønmeti niður.  

Gerandisdagurin hjá børnum okkara er í dag, meira enn nakrantíð áður, rættiliga fjarur frá einari tilveru, har vit sjálvi velta og heysta tær avgrøðir, sum verða til tann matin, sum kemur á borðið. Tað er ikki løgið, at tað er torført hjá børnum, ja, yvirhøvur øllum, at seta skorna rugbreyðið á handilshillini og rivnu gularøturnar á sjálvtøkuborðinum í samband við nakað, sum einaferð hevur verið eitt fræ í moldini.

Í desembur 2023 sendi Norðurlandahúsið eina kunning út til allar barnagarðar og skúlar í Føroyum um at tekna seg til verkætlanina. Áhugin gjørdist so ovurhondsstórur, at neyðugt var at steingja tilmeldingina, áðrenn freistin var úti. Í dag eru 21 stovnar úr øllum Føroyum við fyri at royna seg í ár.  

Umframt frálæruna, ið lærarar og námsfrøðingar sjálvi leggja til rættis inni í skúlastovunum og úti í barnagørðunum, so eru eisini tvey almenn vakstrarstøð, ið øll sleppa framat, um tey ynskja at hoyra meira um verkætlanina og síggja tað spíra við korni og grønmeti. 

Almennu vakstrarstøðini eru ávikavist uttanfyri Norðurlandahúsið og inni í vakstrarhúsinum í Sandavági. Øll eru vælkomin at vitja í upplatingartíðini.     

Sum nakað heilt serligt fyri føroysku verkætlanina, so hava hesi bæði almennu vakstrarstøðini gjørt eina roynd at seta upprunaføroyskt byggkorn úr Koltri niður, nevnliga Tampar og Sigur. Eisini verða onnur kornsløg og grønmeti at síggja, ið er sent okkum frá Nordgen, ið m.a. umsitur arktisku frægoymsluna á Svalbard.

Endamálið við verkætlanini 
Fólkavøkstur, minking í lívfrøðiligum margfeldi, veðurlagsbroytingar, umfarsótt og aðrar samfelagsligar ella heimspolitiskar avbjóðingar gera, at matvørutrygd gerst alsamt týdningarmiklari. Hetta eru stórir alheimstrupulleikar, sum ávirka okkum øll. Tað eru tó børn okkara, ið skulu bera arvin víðari – at ansa eftir okkara jørð soleiðis, at vit eisini í framtíðini kunnu velta korn og grønmeti o.a., sum øll mannaættin hevur tørv á til matna, til tak yvir høvdið, orku, djórafóður og heilivág. 

At skilja, hvussu eitt fræ gerst til eina plantu, og hvat henni tørvar fyri at vaksa, eru tí grundleggjandi førleikar hjá øllum at ogna sær, ikki minst børnum.

Tað er við hesum í huga, at NordGen hevur gjørt frálærupakkar til barnagarðar, forskúlar og grunddeild og miðdeild fólkaskúlans fyri at geva børnum íblástur til at læra meira um mat og velting við at fara til verka ítøkiliga og gera hendurnar skitnar - í øllum tí álvarsama, so verður hetta vónandi stuttligt at luttaka í og ein kelda til íblásturs.

Til ber at fylgja við í hvussu ymisku londini royna seg, á Instagram @seesowtaste.  

Hesi eru við í verkætlanini: 

Streymoy
Býlingshúsið á Norðasta Horn
Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður, Tórshavn
Frítíðarskúlin Spírin, Tórshavn
Frískúlin í Havn
Frítíðarskúlin Smílibýlið, Tórshavn
Lítliskúli, Tórshavn
Skúlin við Løgmannabreyt
Skúlin á Trøðni, Tórshavn
Skúlin á Fløtum, Tórshavn

Eysturoy 
Barnagarðurin á Mýrunum, Runavík
Dagstovnurin Brúsi, Leirvík
Gøtu skúli
Stranda skúli

Sandoy
Sandoyar Meginskúli
Sands skúli

Norðoyggjar
Klaksvíkar skúli

Vágar
Frítíðarskúlin Sýslan, Sørvági
Smílikullan frítíðarskúli, Miðvágur

Suðuroy
Hvalbiar skúli
Sumbiar skúli
Tvøroyrar skúli

Upp aftur