Samskiftisnæmingur

Ert tú áhugað/-ur at royna teg við samskiftisuppgávum við denti á norðurlendska list og mentan? Vit sóknast eftir starvsnæmingi í samskifti várið 2025.

Norðurlendsk list og mentan
Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt mentanarhús í Tórshavn undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Vit miðla norðurlendska mentan til føroyingar og føroyska mentan til hini norðurlondini. Á hvørjum ári hýsa vit umleið 120.000 vitjandi og hava sostatt sera nógv ymisk tiltøk á skrá, m.a. konsertir, palllist, filmar, bókmentir, kjak og ráðstevnur.

Starvsnæmingur til samskifti
Í starvinum sum samskiftisnæmingur arbeiðir tú við lýsingaruppgávum og ert soleiðis við til at miðla okkara tiltøk á ymiskum pallum og til ymiskar málbólkar, m.a. á sosialum miðlum og heimasíðu. Harumframt vænta vit av tær, at tú er til reiðar at taka tær av dagligum uppgávum og at taka ábyrgd av egnum uppgávum.

Um teg
Væntandi lesur tú kandidat í samskifti, journalistikki ella líknandi, tú ert áhugað/-ur í norðurlendskari list og mentan og hevur hug at búgva í Føroyum eina lestrarhálvu. Tú dugir eitt av norðurlendsku málunum raðið, eins og tú dugir væl enskt. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú dugir føroyskt.

Vit bjóða
Tú gerst ein partur av einum livandi húsi og starvsfólkahópi okkara, sum í løtuni eru 15 fólk. Tú kemur at fáa innlit í norðurlendska samstarvið undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og fært eina breiða vitan og hollar royndir við miðling av lista- og mentanartiltøkum. Tú fært vegleiðing so hvørt og sparring, eins og tú sleppur at bjóða teg fram til samskiftisuppgávur, sum hava tín áhuga.

Tað praktiska
Starvsvenjingin, sum er í umleið 5 mánaðir og byrjar í januar/februar, er ólønt.
Vit vilja fegin taka serlig atlit til lesnaðin, og tað ber til at lesa fjarlestur part av tíðini, meðan tú ert tí starvsvenjing.

Umsóknarfreist: 4. novembur á midnátt danska tíð

Vit taka einans ímóti umsóknum umvegis umsóknarportalin hjá Norðurlendska Ráharraráðnum.

Spurningar?
Um tær tørvar at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Holm-Jacobsen, samskifti og marknaðarføring, á maria@nlh.fo.

 

 

 

 

Upp aftur