Bárður DC selur “Livibreyð” á uppboðssølu
Vilt tú at stuðla Barna- og ungdómspsykiatriini í Føroyum og samstundis ogna tær listaverkið Livibreyð? Nú verður høvuðsverkið, ið varð sýnt fram í summar, selt á uppboðssølu á netinum frá 7. september kl. 9 til 9. september kl. 12. Pengarnir fara óskerdir til Barna- og ungdómspsykiatriina. Vilt tú vita meira ella luttaka í uppboðssøluni, vinaliga skriva til Bárð á bardurdc@gmail.com, so setir hann seg í samband við teg um nágreiniligari viðurskifti.
Tá framsýningin Livibreyð varð sýnd fram í Norðurlandahúsinum 4. juli – 16. august, var tað við tí fyri eyga, at savna pening inn til Barna- og undómspsykatriina. Ein ørgrynna av fólki hava latið eitt “oyra” í bússuna. Takk fyri! 31. august handaðu Bárður DC og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, heilar 10.827,54 kr til deildarleiðaran Albertu McLeod Jacobsen og specialiansvarliga yvirlæknan Súsonnu Reinert-Petersen frá Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum. Umframt peningaupphæddina, hava fleiri fyritøkur latið gávubrøv og ein hópur av listastarvsfeløgum hjá Bárði hava latið listaverk í gávu til deildina.
Barður DC: Livibreyð